25. min.: Tað er 1-1 á Argjum. Christian Høgni Jacobsen legði gestirnar úr Runavík á odda, men løtu seinni javnaði Dion Splidt fyri argjamenn.
45. min.: Støðan er framvegis 1-1. Dysturin er javnur, og hóast bæði royna, so hevur hvørki av liðunum havt tamarhald á dystinum.
HÁLVLEIKUR
50. min.: Argjamenn hava søkt at málinum. Nikolaj Eriksen hevur millum annað sent í stólpan.
60. min.: Nikolaj Eriksen var aftur nær við at leggja AB á odda. Danin sendi í tvørtræið, tá hann var staddur uttan fyri brotsteigarmarkið.
65. min.: Stig-Roar Søbstad hevur lagt AB á odda 2-1! Framherjin var tryggur, tá hann úr góðari støðu sendi framvið Meinhardt Joensen.
87. min.: Kenneth Jacobsen hevur økt til 3-1! NSÍ hevur trýst seinastu løtuna, men Jacobsen tók av, tá hann var einsamallur við málverjan eftir skjótálop. Uppleggið átti Stig-Roar Søbstad.
LIÐUGT!
AB - NSÍ 3-1 (1-1)
0-1: Christian Høgni Jacobsen, 17.
1-1: Dion Splidt, 20.
2-1: Stig-Roar Søbstad 62.
3-1: Kenneth Jacobsen, 85.