Tað endaði við 3-0 sigri til gestirnar, tá ið FC Suðuroy í dag hevði vitjan av AB. Talan var um útsettan dyst frá 12. umfari.
Nú hevur AB 38 stig og er á øðrum plássi. Tað eru fimm stig fram til Skála, og tað eru fýra, fimm og átta stig aftur til ávikavíst Víking, NSÍ og B71. Sigurin á Vágseiði í dag ber við sær, at AB av álvara staðfesti, at argjamenn ætla sær at flyta upp, og at teir hava góðan møguleika fyri næsta ár at spæla í bestu deildini.
FC Suðuroy er aftast við 20 stigum. Tað eru trý og fýra stig fram til ávikavíst HB og EB/Streym, og tað eru fimm stig fram til B36 og KÍ.
Símin Hansen setti hol á við brotssparki, tá ið eitt stórt korter var farið, og Mads Zaar økti um munin til 2-0 eftir innlegg frá Bjarka Zachariassen. Tá var ein stórur hálvur tími farin.
Eftir steðgin var FC Suðuroy meiri á bóltinum enn í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at vinna fleiri góðar málmøguleikar. Heldur var tað AB, sum tíggju minuttir undan leikloki økti um munin til 3-0. Aftur var tað Mads Zaar, sum var málskjútti. Uppleggið átti innskifti Ragnar Rasmussen. Síðani hann í summar flutti úr Danmark og til AB, hevur Mads Zaar nú skorað átta mál í átta dystum.
FC Suðuroy misti longu miðskeiðis í fyrra hálvleiki Hera Kjærbo, sum noyddist skaddur av vøllinum.
Leygardagin fer FC Suðuroy at spæla á útivølli ímóti NSÍ, og AB fær sunnudagin vitjan av HB.