AB nýggjan hjálparvenjara

Tað verður ein fyrrverandi spælari, sum skal hjálpa Sámal Eriki Hentze úti á Argjum. Talan er um Kenneth Jacobsen, sum hevur drúgvar royndir í bæði B36 og AB.

 

Sum skilst, so kunngjørdi AB í gjár fyri hópinum, at fyrrverandi spælarin verður knýttur at venjaratoyminum sum hjálparvenjari.

 

Kenneth Jacobsen hevur spælt 194 dystir í bestu deildini fyri B36 og AB. Hann spældi við B36 fram til 2007, tá hann skifti til AB í trý ár.

 

Argjamenn leita framvegis eftir einum framherja.

 

Mynd 1: Kenneth Jacobsen(Aftast: Nr 6 frá vinstru)