AB misti á stokkinum

B71 vórðu kroystir undan dystinum móti AB, sum nú hevur mist allar vónir um at flyta upp. Sandoyingar fingu útjavnandi málið í evstu løtu

Tað vóru tvey lið í kreppu, sum møttust á Sandi leygardagin. B71 berjist fyri at sleppa undan niðurflyting, og tað eina stigið var kærkomið hjá heimaliðnum, hóast teir ætlaðu sær øll trý stigini.
AB varð undan kappingarárinum mett sum ein outsidari í uppflytingarstríðnum, men nú eru allar vónir brostnar um 1. deildarfótbólt á Argjum komandi ár.
Argjamenn hava ikki vunnið í seks teimum seinastu umførunum í landskappingini. Ikki síðan AB vann á B68 á heimavølli í fimta umfari, hevur tað eydnast at fáa ein sigur til høldar.
AB hevur heldur ongantíð vunnið á útivølli, og hóast tað var um reppið hesuferð, so vóru marginalarnir ikki við argjamonnum.

Símun skoraði móti sínum egnu
Tá umleið tíggju minuttir vóru eftir at spæla legði AB seg framum. Ein langur bóltur varð sendur úr vinstra borði inn um verjuna hjá B71. Har var fyrrverandi B71-áleyparin, Símun Hansen, skjótur avstað, og hann lyfti bóltin upp um Valdemar Novicki til 1-0. Símun skifti í summarsteðginum frá júst B71 til AB.
Alt bendi á, at hetta fór at vera sigursmálið hjá útiliðnum, men B71 svaraði aftur í síðstu løtu.
Tórhallur Thomsen fekk bóltin miðskeiðis á AB-hálvuni. Hann setti kós móti málinum og langaði til úr 25-30 metra fjarstøðu. Skotið bar við ein AB-verjuleikara og snýtti málverjan, og so var støðan 1-1.
Sami Tórhallur hevði eina roynd eftir hetta, tá hann fekk høvdið á eitt innlegg, men málverjin bjargaði í stórum stíli.
Annars var dysturin sera javnur, og tað var helst á góðari leið, at tað endaði við javnleiki. Bæði liðini høvdu fleiri málmøguleikar, men tað gekk heldur striltið við at avslutta álopini.
Í komandi umfari tekur B71 ímóti oddaliðnum ÍF, og AB skal til Leirvíkar at spæla ímóti einum øðrum botnliði, nevniliga LÍF.

B71-AB 1-1 (0-0):
0-1: Símun Hansen
1-1: Tórhallur Thomsen