AB misti enn eitt fet

KÍ var frammanfyri tvær ferðir, men tað eydnaðist AB báðu ferð at javna aftur

Klaksvíkingar fingu sítt fyrsta stig á útivølli, tá teir tað endaði við javnleiki á Argjum. AB misti hinvegin enn eitt fet í strembanini eftir uppflyting.
Tað var KÍ, sum eftir einar fimtan minuttir legði seg framum við máli frá Erling Fles. Framherjin hjá KÍ vann bóltin frá einum verjuleikara, og royndi seg við einum langskotið, ið fór eftir jørð í netið.
AB svaraði tó aftur tá umleið tíggju minuttir vóru eftir at leika av fyrra umfari. Ragnar Poulsen, sum er fyrr í ár kom til AB úr B36, skoraði sítt fyrsta mál fyri nýggja felagið.
Hann stríddist væl í vinstra borði og slapp framvið nøkrum leikarum. Í tí hann skal skjóta uppá mál, verður hann takklaður, og John William í málinum verður snýttur, tá bólturin fer uppum málverjan í netið.
Men gleðin var stokkut. Bert fimm minuttir seinni legði Helmar Lassen AB framum aftur. Tað var Atli Jakobsen, sum setti hetta álopið í verk, tá hann setti ferð á í høgra borði. Hann legði eina langa sending tvørturum til Erling Fles, sum sendir innfyri til ein púra leysan Helmar Lassen, ið stútar bóltin í kassan.
KÍ hevði verið betra liðið fyri steðgin og skapti fleiri málmøguleikar enn heimaliðið, sum hevði ilt við at fáa spælið at koyra.

AB fær javnað
AB megnaði tó at fáa útjavnandi málið. Tað var Pætur Dam Jacobsen, ið stóð fyri tí. Hann fekk bóltin á miðvøllinum og setti ferð á, sneiddi fleiri KÍ-arar av og gjørdist leysur við málverjanum. Hann helt høvdið kalt og lyfti uppum málverjan til 2-2.
Eftir hetta hevði AB tveir gyltar møguleikar at fáa vinnandi málið. Fyrst gjørdist Pætur Dam Jacobsen leysur í málteiginum, men skotið fór beint í krovið hjá John Williami í málinum. Nakað seinni fekk Bernhard Petersen eisini ein opnan málmøguleika, tá ein leysur bóltur datt fyri føturnar á honum eftir hornaspark, men aftur var John William á rætta staðnum.
Hinvegin skal sigast at KÍ eisini hevði sínar málmøguleikar, og serliga Helmar Lassen var sekur í at misnýta nakrar góðar møguleikar.
AB hevur enn ein lítlan møguleika at gera seg galdandi í oddastríðnum. Fimm stig eru upp til Sumba á øðrum plássi, og enn er kappingin bert hálvrunnin.

AB-KÍ 2-2 (1-2):
0-1: Erling Fles
1-1: Ragnar Poulsen
1-2: Helmar Lassen
2-2: Pætur Dam Jacobsen