Fótbóltur
Tað tykist ikki, sum ætla tey í AB at liggja sjóvarfallið av sær, nú nýggj loysn skal finnast á venjaraspurninginum í felagnum. Oddbjørn Joensen varð í gjáramorgunin sagdur úr starvinum, og gjárkvøldið hevði nevndin fund við spælararnar.
- Fyribils er loysnin tann, at Terji L. Hansen, sum vit longu hava í felagnum, virkar sum høvuðsvenjari, og afturat sær hevur hann so Allan Mørkøre. Allan hevur jú gjørt sáttmála við okkum, men hann fær ikki spælt, fyrr enn flytingarvindeygað letur upp, sigur Eyðun Dalsgarð, formaður hjá AB.
Og hann váttar eisini, at felagið arbeiðir við at styrkja spælarahópin.
- Vit hava gjørt sáttmála við Allan Mørkøre. Hartil er so ætlanin, at vit skulu hava í øllum førum tveir spælarar afturat, og í løtuni verður arbeitt við hesum.
Higartil hevur Súni Fríði Barbá virkað sum hjálparvenjari hjá AB. Við fyribils loysnini, sum nú er sett í kortið, verður hann tó spælari burturav.
- Hartil arbeiða vit í fullari ferð við at finna eina meira varandi loysn. Nær hendan kann gerast endalig, vita vit ikki, men vónandi verður tað fyrsta dagin, sigur AB-formaðurin.
Møguleikarnir
Um gitast skal, hvør nýggi venjarin verður, so tykist Sigfríður Clementsen vera eitt gott boð. Mett eftir tøku nøvnunum á venjaramarknaðinum, so vil Sigfríður heilt náttúrligt verða ein av teimum allar fyrstu, sum eitt felag setir seg í samband við, um nýggjur maður skal finnast.
Og tá AB vónar, at tey longu nú kunnu seta navn á venjaran, so er væl hugsandi, at avtala er fingin í lag við fyrsta navnið, sum roynt varð eftir.
Eitt annað navn, sum hevur verið nevnt, er Dragan Kovacevic, sum fyrr í ár fekk sekkin á Skála. Hann var millum áskoðararnar á Argjum mánadagin, men tað kann eisini hugsast, at hetta var fyri at heilsa upp á nakrar av teimum, sum hann vandi, tá hann var hjá VB/Sumba. Eisini var Jóannes Jakobsen millum áskoðararnar. Hann hevur fyrr verið venjari hjá AB, og er tí eisini eitt hugsandi boð.