AB leikari til HB

U-21 landsliðsleikari fer komandi kappingarár at umboða HB

U-21 landsliðsleikarin, Magnus Egilsson, fer komandi kappingarár at umboða HB. Hann skiftir til felagið frá AB.

 

Magnus Egilsson er upprunaliga eisini úr HB. Hann skifti í 2014 frá HB til AB, har hann tey seinastu tvey kappingarárini hevur spælt.

 

 

HB heimasíðan skrivar:

 

Magnus Egilsson var fram til 2013 avgjørdur partur av næstbesta liði okkara, men spældi bara nakrar fáar dystir á besta liðnum.

 

Seinastu tvey árini hevur evnaríki miðvallarin so roynt eydnuna á Argjum, og helst hevur Magnus verið ein orsøk til, at kappingarárið hjá AB hóast alt varð bjargað, og enn eitt ár í bestu deildini varð staðfest.

 

Hetta var samstundis kvitterað við innkalling til U21-landsliðið. Magnus Egilsson hevur tó eisini verið fastur fúsur á hinum U-landsliðunum upp gjøgnum árini.

 

Vit fegnast almikið um, at enn ein av okkara egnu ungu og gávaðu leikarum, sum hevur roynt seg aðrastaðni, hevur avgjørt at koma aftur til barndómsfelagið.