”Tað snýr seg um at halda tunguna mitt í munninum nú, men tú las rætt. Danski málverjin, Jesper Sørensen, fer komandi hálvárið at skifta AB út við... AB.” Soleiðis skrivar Argja Bóltfelag á Facebook í dag.
Argja Bóltfelag hevur í eina tíð leitað eftir nýggjum málverja, tí Rói Zachariasen er burtur í arbeiðsørindum, meðan Heðin Stenberg hevur verið plágaður av skaðum.
Argja Bóltfelag skrivar soleiðis:
Tað hongur soleiðis saman, at vit hava eitt navnafelag í Danmark, Akademisk Boldklub, vanliga nevnt AB. Og tað er frá hesum felagnum, at Argja Bóltfelag, ið vit eisini kenna sum AB, hevur leigað 21 ára gamla málverjan, Jesper Sørensen. Leiguavtalan er galdandi restina av kappingarárinum 2024.
Jesper Sørensen er ein hávaksin málverji, 195 cm høgur, ið hevur tørv á spælitíð. Hann er fastur partur av bestaliðshópinum hjá donsku akademikarunum, sum til dagliga spæla í donsku 2. división. Í danska AB er hann liðfelagi við føroyska landsliðsmiðverjan, Hørð Askham.
Jesper er upprunaliga ættaður úr vestara parti av Jyllandi, og barndómsfelag hansara er Esbjerg. Hann spældi sín fyrsta og higartil einasta dyst í næstbestu donsku deildini fyri Esbjerg longu sum 17 ára gamal. Eisini hevur hann eina fortíð á danska U16-landsliðnum. Seinni spældi hann eisini seks dystir fyri Esbjerg í 2. división.
Síðani hevur Jesper Sørensen verið eitt stutt skifti í Kolding, áðrenn hann í vetur skifti til danska AB. Í dag er hann í tí støðu, at hann hevur tørv á spælitíð, og okkara AB hevur tørv á einum føstum málverja. Tí riggar tað væl fyri allar partar at gera eina leiguavtalu, sum er galdandi komandi hálvárið.
Tað er ikki tí, at vit á nakran hátt eru ónøgdir við okkara egnu málverjar, men her hava skaðar gjørt sítt til, at felagið hevur mett tað vera neyðugt at styrkja við einum málmanni uttanifrá.
Rói Zachariasen var ein brandur í fleiri av dystunum í fyrsta triðingi, men hann er í dag til skips sum maskinmeistari, og tað er óvist, nær hann nágreiniliga kemur aftur. Harafturat hevur Rói leingi verið darvaður av skaða í rygginum, og hetta gjørdi, at hann mátti skiftast út í hálvleikinum í sínum síðstu trimum dystum, áðrenn hann fór av landinum.
Síðani hava vit okkara egnu legendu, 35 ára gamla Heðin Stenberg, sum hevur tikið um endan eftir, at Rói valdi sjólívið. Hetta hevur hann gjørt til lítar, men Heðin hevur eisini skaðatrupulleikar at dragast við, og tí hevur verið leitað eftir einari varandi loysn fyri árið. Restina av árinum er Heðin tó framvegis við, bæði sum málmansvenjari og sum málverji, tá tørvur er á honum.
Síðani hava vit 17 ára gamla og evnaríka Torkil Skála, ið tó eisini spælir hondbólt. Afturat honum hevur 20 ára gamli Heri Lava Láadal verið í hópinum sum eykamálverji hjá 1. deild í ár.
Við hesum styrkinum er hópurin komin endaliga upp á pláss til seinnu kappingarhálvu. Arbeiðsumstøðurnar hjá Øssuri Hansen hava ikki verið lættar í ár, tí vit hava havt eitt ótal av skaðum og fráveru av øðrum orsøkum. Hópurin er tó einir 25 mans nú, ein góð blanding av eldri, ungum og svangum leikarum, og sleppa vit undan ov nógvum skaðum, so er eisini stór kapping um plássini.
Nú fara vit miðvíst eftir uppflytingini í seinnu kappingarhálvu. Trý stig eru upp til beinleiðis uppflytingarplássið, 11 dystir og 33 stig at spæla um.
Og tit verða mint á einaferð afturat, at vit byrja aftur ímóti einum av kappingarneytunum, B71, á Tórsvølli á ólavsøkuaftan, 28. juli, klokkan 19.