Eftir ein steðg í yvir ein mánað, fór landskappingin í 1. deild hjá kvinnum í gongd aftur leygardagin, tá tveir dystir vóru á skránni. AB tók ímóti Skála, og her gjørdist talan um ein favorittsigur, hóast munur stórt sæð ikki sást á liðunum fyrr enn í seinna hálvleiki.
At hetta var fyrsti dysturin hjá AB-kvinnunum síðani steypasigurin á KÍ fyrst í juli mánaði, var kanska ein orsøk til, at liðini tóktust sera jøvn fyri steðgin, tí AB megnaði ikki rættiliga at skapa tær avgerandi støðurnar. Men ein onnur orsøk, ið helst er minst líka sannlík, er at skálakvinnur stríddust væl og royndu at geva oddaliðnum dygga mótstøðu.
AB legði bragdligari fyri, men skjótt fótaði Skála sær og meira ella minni var betra liðið væl fram ímóti hálvleikinum, tá AB aftur byrjaði at røra upp á seg og vísti, hvat væntast kundi eftir steðgin. Hálvleiksstøðan var 0-0.
AB fekk hol á
Nokk so skjótt í seinna hálvleiki kom eisini til sjóndar, at AB veruliga vildi vísa seg sum tann favorittur, liðið var, og eftir spæl í sjey minuttir gjørdist 1-0 til heimaliðið. Trunkaspæl var framman fyri málinum hjá Skála, og har eydnaðist Elin K. Thomsen at enda fáa bóltin í málið.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki øktu kvinnurnar hjá AB. Mona Breckmann, sum eina viku frammanundan var blivin føroyameistari í 100 metra renning, vísti sín kvikleika og endaði eitt skjótálop við at senda bóltin í málið.
Fleiri mál komu ikki, og tískil vann AB dystin 2-0. Tað merkir samstundis, at AB í øllum førum hevur lænt oddasessin frá KÍ í nakrar dagar.
Eftir dystarskránni skuldu Víkingur og B68/NSÍ spælt í Norðragøtu leygardagin, men tann dysturin varð av ongum, tí felagsliðið uttan av Skálafjørðinum ikki fekk mannað lið. Sostatt vinnur Víkingur uttan dyst, við 0-0 í málskoru.
Útsettur dystur
Triði dysturin í hesum fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin, verður spældur í Klaksvík hósdagin, tá KÍ tekur ímóti EB/Streymi. Megnar KÍ at vinna tann dystin, sum liðið í øllum førum er stórfavoritur til, eru klaksvíkskvinnur aftur oddalið. Tá koma tær upp á sama stigatal sum AB, men hava nógv betri málúrtøku.
Dysturin hjá KÍ er útsettur, tí KÍ júst hevur verið í Makedonia og spælt tríggjar krevjandi dystir í UEFA Woman’s Champions League, har KÍ-kvinnurnar í sera nógvum hita taptu 0-2 ímóti Montpellier úr Fraklandi og 1-2 ímóti NSA Sofia úr Bulgaria, fyri síðani at enda at vinna 4-2 á Tikvesanka úr Makedonia.
Avrikið í makedonska býnum Strumica verður mett sum tað higartil besta hjá KÍ-kvinnunum í europeisku kappingunum, tær hava verið dúgligar at meldað seg til, og so fæst at síggja, hvat tær hava tikið við sær heimaftur, nú gerandisdagur aftur er í føroysku kappingini.
MYNDATEKSTUR:
Bjørg Syderbø, AB, roynir at sleppa fram við Marin Gregersen og Evi Mikkelsen, Skála, í dystinum á Argjum leygardagin, sum AB vann 2-0
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir