Tað eru fimm dystir í næstbestu fótbóltsdeildini í dag. Fyrsti dysturin var í Gundadali, har argjamenn vitjaðu næstbesta liðið hjá HB. Úrslitið varð 3-3.
Tá ið Mikkjal T. Hentze úr høgru og við fínum skoti legði AB framum 3-1 – bóturin tók handara stólpa dygst undir samankomingini áðrenn hann fór í málið - bendi nógv á, at øll stigini skuldu vera í ferðagóðsinum út á Argir, men soleiðis varð tað ikki.
Eftir at AB hevði gjørt tvær útskiftingar og onkrar rokeringar, svaraði HB aftur. Eftir horna úr høgru, sum Poul Thomas Dam tók sær av, var tað ein argjamaður, sum var so óheppin at seta bóltin í sítt egna mál. Fimm minuttir undan leikloki sneiddi Adrian Justinussen inn úr vinstru, áðrenn hann setti bóltin í handara síðunetið. So var 3-3 og eitt stig í part.
AB legði seg annars beinanvegin framum 2-0. Fyrra málið skoraði Bjarki Nielsen, og tað seinna stútaði Karsten Højgaard eftir horna úr vinstru, sum Bárður Olsen tók sær av.
Undan steðginum minkaði Heri H. Mohr um munin við fínum skoti úr høgru, og so var tað í seinna hálvleiki, at AB kendist hava kós ímóti sigrinum, áðrenn HB svaraði aftur.
Merkisvert er tað, at liðformaðurin hjá HB og liðformaðurin hjá AB eru brøður. Hjá HB eitur hann Símun Samuelsen, og hjá AB eitur hann Søren Samuelsen. Teir báðir síggjast á myndini – HB liðformaðurin er tann vinstru megin.
Hinir dystirnir í triðja umfari í næstbestu deildini eru
ÍF-KÍ
Víkingur-B68
Giza Hoyvík-B36
NSÍ-TB/FCS/Royn
Giza Hoyvík-B36