Fleiri enn tíggju spælarar hava seinastu vikurnar verið á Argjum og royndarvant. Málið hjá teimum øllum er at vinna sáttmála og spæla í AB, sum fer at royna seg í bestu deildini aftur.
AB fer ikki at skriva sáttmála við so nógvar útlendskar spælarar. Tað segði AB venjarin Sámal Erik Hentze fyrr í vikuni í ítróttarsending í FM1.
Í dag hevur AB skrivað undir við ein av spælarunum, sum seinastu tíðina hava royndarvant á Argjum.
AB skrivar nú seinnapartin soleiðis:
Fleiri útlendskir leikarar hava verið til royndarvenjing í felagnum síðstu vikurnar. Ein av hesum er 23 ára gamli amerikanarin, Michael Smith, og hann hevur AB skrivað sáttmála við fyri kappingarárið 2022.
Mike, sum hann verður nevndur, spælir í miðverjuni. Talan er um ein leikara, ið kropsliga er væl fyri, og eisini er hann mælskur og stýrir væl í verjuni.
Seinastu árini hevur Mike verið ein av stuðusleikarunum hjá Winthrop Eagles, ið er eitt felag, sum er knýtt at Winthrop University, har Mike hevur gingið á college, sum tað eitur hinumegin Atlantshavið.
Vit fegnast um, at enn ein brikkur til komandi kappingarárið er komin upp á pláss.
Á myndini er Michael Smith avmyndaður saman við høvuðsvenjara okkara, Sámali Erik Hentze, skrivar AB á facebook.











