AB kempaði seg til stig í Havn

HB misti seinasta vikuskiftið 3-0 leiðslu ímóti NSÍ í Gundadali. Tann dysturin endaði 3-3. Aftur hetta vikuskiftið misti HB leiðslu og fekk bara eitt stig burtur úr. Christian Eli Zachariassen legði HB á odda eftir sjey minuttir. Tað var eftir horna, at Christian Eli var fyrstur á og stútaði bóltin í málið. Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, økti liðskiparin, Atli Mikkelsen. Hann smekkaði til úti frá og bólturin rakti ein argjamann og snýtti Bernhard Petersen í AB málinum.

 

Hesa løtuna var lítið, ið bendi á, at AB skuldi fáa nakað við aftur út á Argjar. Stutt fyri hálvleik gjørdi Jónas Stenberg sær dalt av eini verjuvillu hjá HB. Hann streyk avstað og minkaði um munin. AB vísti góðan stríðsvilja, og lønin kom tá seinni hálvleikur var tjúgu minuttir gamal. Enn eina ferð var tað Jónas Stenberg, sum skoraði fyri AB eftir gott uppspæl í hørgu síðu.

 

HB trýsti tað, sum eftir var eftir dystinum, men argjamenn høvdu eisini ein møguleika at stinga av við øllum, men hesa ferð fekk HB verjan vart fyri Jónasi Stenberg. Fyri HB var Hanus Thorleifsson nær við, men stútarin hjá honum fór omanfyri málið.

 

HB-AB(2-1) 2-2

1-0: Christian Eli Zachariassen 7.

2-0: Atli Mikkelsen 22.

2-1: Jónas Stenberg 42.

2-2: Jónas Stenberg 65.