AB ikki bara eitt nummar

Argjamenn fara at gera sítt ítarsta, so teir ikki bara gerast enn eitt nummar í sigursrøðini hjá NSÍ, sum seinnapartin sunnudagin kann koma upp á 10 á rað

Nógv hevur verið tosað um sigurs­røðina hjá NSÍ, sum telur níggju dystir á rað. Tann fyrsti av teimum var í Runavík ímóti AB tann 4. mai, og síðani hava runa­víkingar ikki helmað í, men bara vunnið og vunnið.
AB hevur hinvegin ikki havt ta stóru viðgongdina, tí í løtuni liggur liðið næstniðast við bara átta stigum fyri 13 dystir, harav ein er vunnin og fimm spældir javnir. Men merkisvert er tó, at av sínum seks heimadystum, hevur AB bara tapt ein – og argja­menn ætla ikki, at dyst­urin sunnudagin skal vera teirra heimatap nummar tvey og numm­ar 10 í sigursrøðini hjá NSÍ.
Spurningurin er so, um AB kann standa ímóti maskinuni hjá oddaliðnum, ið higartil hev­ur tikið øll hini liðini, eitt fyri og annað eftir.
Dysturin inni í Vika verð­ur annars tann seinasti á nú­verandi graslíkisvøllinum hjá argjamonnum, tí mánadagin verður farið undir at leggja nýtt graslíki á, sum ætlandi verður klárt at taka í nýtslu eft­ir summarsteðgin.