AB: Hyggja uppeftir í AB

Eftir góða avrikið í fjør tykjast argjamenn rættuliga hava funnið fótafestið í bestu deildini, og nú eru vánir at hugsa meiri um at nærkast toppinum enn at renna undan botninum

Tá ið AB fyrstu ferð royndi seg í bestu deildini, gekk tað ikki. Argjamenn noyddust beinanvegin tungu leiðina niður aftur í næstbestu deildina. Steðgurin í 1. deild var stuttur, og í fjør var AB aftur í fremstu røð. Tað hilnaðist so mikið væl, at tað longu nú kennist sum um, at argjaliðið er fastur partur av fremstu deildini.
AB verður ikki roknað millum uppløgdu kandidatarnar at flyta niður. Tað kemst av gongdini í fjør. Tá var úrtøkan 34 stig ella tíggju stig fleiri enn næstniðasta liðið. Úrtøkan rakk til sætta plássið, og tá skal havast í huga, at AB tapti tríggjar teir seinastu dystirnar. Kanska var tað soleiðis, at koblingin ótilvitað varð trýst í botn, tá ið tað var greitt, at hóttanin av niðurflyting var burtur.
Í fjør var tað merkisvert, at AB-verjuparturin var so mikið stinnur, at tað bara var ein verja, sum var tættari enn tann á Argjum. Tað var eisini merkisvert, at AB var tað liðið, sum skoraði fægst mál.
Líkindi eiga at vera fyri, at endastøðan í ár verður uppaftur betri, enn hon var tað í fjør. Stuðulsspælararnir eru allir framvegis á Argjum, og tað kann gott vera, at onkur teirra, sum er komin aftrat, fer at stríða seg til pláss millum teir fyrstu ellivu. Kappingin er stór, og tað ber við sær, at intensiteturin er høgur í venjingunum, og at Allan Mørkøre hevur nógvar kvalifiseraðar spælarar at velja ímillum.
Tórður Thomsen og Heðin Stenberg kappast um plássið millum stólparnar. Tehe Aristide er framvegis verjugeneralur, og Morten Overgaard og Gunnar Haraldsen, sum er komin úr Vágum, kappast um hitt miðverjuplássið. Mortan úr Hørg og Tummas Justinussen eru góð boð upp á høgra vongverja, og Alex Mellemgaard er komin fyri seg aftur, eftir at hann stóran part av síðsta kappingarári var skaddur. Hann er upplagt val á vinstra vongverja.
Evrard Ble er framvegis sentralur miðvallari, men kappingin er stór. John Hansen, Kenneth Jacobsen og Dion Splidt eru saman við Fabrice Amessan upplagdir kandidatar til hini miðvallarplássini.
AB gjørdi eitt ordiligt kvetti, tá ið Stig-Roar Søbstad í fjør varð keyptur til felagið. Norðmaðurin vísti seg at vera sera málsøkin, og argjamenn gjørdu tí skjótt av og tryggjaðu sær undirskriftina fyri 2010, áðrenn okkurt annað felag streyk avstað við honum.
Miðalaldurin er framvegis lágur, fleiri unglingar eru í besta hópinum, men við eitt ára royndum í bestu deildini og góðum úrslitum eru líkindini góð fyri, at tað fer at hilnast betri, enn tað nakrantíð hevur gjørt. Allan Mørkøre hevur víst ungu monnunum álitið, sum skal til fyri at fáa gott lið og støðug avrik. Teir eru framvegis ógvuliga svangir, og hetta fer tilsaman heilt víst at løna seg í nýggja kappingarárinum.