AB hevur tørv á framherja

- Úrslitið var rættvíst. HB var meira á bóltinum, men høvdu ongar vandamiklar málmøguleikar.

Soleiðis sigur John Hansen, sum aftur leygardagin stríddist væl á miðvøllinum hjá AB. Hann staðfestir, at argjamenn skulu vera nøgdir við øll stigini, sum teir fáa.

- Vit høvdu sjálvagt verið ovurfegnir, um vit høvdu fingið øll trý. Men vit eru nøgdir. Vit fáa einki mál ímóti okkum, og um eydnan var við okkum, høvdu vit fingið mál eftir skjótálop, sum vit dúvaðu uppá, sigur John Hansen.

Hvussu eru tit nøgdir við úrtøkuna higartil í ár?

- Vit hava havt sveiggj í okkara avrikum, men 16 stig og eitt sjeynda pláss er nøktandi. Fólk høvdu ikki væntað hetta undan kappingarbyrjan, so vit eru glaðir, sigur John Hansen og leggur afturat, at AB helst skal fáa nýtt fólk, nú flytingarvindeygað er opið.

- Hópurin hjá okkum er ikki breiður, og vit eru darvaðir av skaðum og øðrum. Venjararnir Allan Mørkøre og John Petersen vóru á beinkinum leygardagin. Vit hava serliga tørv á einum framherja, og eisini millum stengurnar skal nýggjur maður standa, staðfestir John Hansen.