AB hevur møguleika at flyta upp í Hoyvík

Tey trý, sum kappast fyri at sleppa undan niðurflyting, eiga hesaferð á heimavølli ímóti stórfavorittum

Fjórði síðsta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er ídag.

Argjamenn fyrireika seg at fara heim um ánna og niðan í Hoyvíkar.

Setningurin hjá AB er at vinna fulla úrtøku og harvið at tryggja sær sessin í bestu deildini næsta kappingarár.

Setningurin hjá Giza Hoyvík er at skava sær stig, so møguleikin at varðveita plássið í næstbestu deildini verður varðveittur.

Giza Hoyvík kappast við B36 og Suðringar um annað plássið undir strikuni.

Í dag eigur B36, sum er undir strikuni heimavøll ímóti Víkingi. Unga Víkinga liðið er væl fyri og hevur tríggjar tær seinastu ferðirnar vunnið fulla úrtøku.

Suðringar eiga seinnapartin heimavøll ímóti B68, sum er á uppflytingarplássi. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur tað verið niður og upp hjá torftamonnum. Teir taptu fyrst 5-2 í Gundadali ímóti illa sperda B36, og so vunnu teir 8-3 á heimavølli ímóti NSÍ.

HB er stórfavorittur í Fuglafirði, og við Løkin hittast NSÍ og KÍ. Felags fyri hesi liðini er, at tað ikki hevur hilnast so væl í heyst, sum tað gjørdi fyrr í ár. Sunnudagin vann KÍ – størsta partin av tíðini við tíggju monnum – søtan heimasigur ímóti B36.

 

24. umfar

Ídag:

ÍF-HB: Áron S. Vest kl.15.00

NSÍ-KÍ: Janus Fossdalsá kl. 17.30

Giza Hoyvík-AB: Bjarki Danielsen kl. 16.00

B36-Víkingur: Rúni Olsen kl. 17.00

Suðringar-B68: Lars Müller kl. 15.00

 

Støðan undan 24. umfari

AB 52

KÍ 43

B68 42

Víkingur 41

NSÍ 33

HB 30

Giza Hoyvík 29

Suðringar 27

B36 24

ÍF 0