AB hevur leigað Mattias Lamhauge úr HB. Argjamenn eru uttan Heðin Stenberg, sum hevur meiðslað sær knæið, meðan danski málverjin, ið gjørdi sáttmála við kappingarbyrjan, er farin aftur til Danmarkar.
Til dystin móti EB/Streymi í 5. umfari leigaði AB sama Mattias Lamhauge úr HB. Hann hevur eisini fyrr staðið í mál hjá argjamonnum. Men vikuna eftir spældi AB móti júst HB. Tá sat Mattias Lamhauge yvir, meðan bara 17 ára gamli Sverri Petersen vardi málið. Tá stóð AB í boðið at leigað Meinhard Joensen úr KÍ, men argjamenn vildu ikki gjalda prísin, sum sigst liggja um fimm túsund krónur fyri dystin.
AB og HB hava verið í samráðingum um prísin, fyri at leigað Mattias Lamhauge til komandi dystirnar, meðan Heðin Stenberg er skaddur. Tað hevur ikki rokkið á mál fyrr enn nú. Tí verður tað Mattias Lamhauge, ið verjir málið hjá AB móti Víkingi í annaðkvøld.