AB hevur keypt nýggjan miðvallara

Talan er um 21 ára gamlan danskan spælara, sum hevur roynt seg í superliguni

Mynd: AB

Í dag er 15. juni, og harvið er flytingarvindeygað opið.

 

Í kvøld boðar AB frá, at felagið hevu skrivað undir sáttmála við danskan miðvallara, sum fer at spæla við AB tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum.

 

Talan er um 21 ára gamla Mathias Præst, sum nú er fluttur úr Middelfast og á Argir.

 

AB veit at siga, at nýggi miðvallarin í síni tíð spældi ungdómsfótbólt í Vejle. Í 2018 skifti hann til grannarnar í AC Horsens, har hann í 2019 spældi fyri fyrstu ferð í superliguni.

 

AB greiðir soleiðis frá:

 

Síðani 2020 hevur Matthias spælt við Middelfart. Í summar flutti Middelfart flutti niður úr 2. division niður í 3. division, og Matthias hevur valt at koma til Føroya og út á Argir at spæla við AB í Betrideildini.

 

Matthias Præst spælir mitt á miðjuni. Hann verður sagdur at vera góður rennari, hann er hávaksin, og hann hevur góðar tekniskar førleikar.

 

Miðvallarin er byrjaður at venja við hópinum og væntast at verða við um vikuskiftið, tá ið AB fer til Sørvágs at spæla ímóti 07 Vestur.

 

Mynd: AB