AB-heimasíðan álopin

Heldur enn dystarfrásagnir og myndir av Heðini Stenberg, Kenneth Jacobsen og øðrum, so er tað ein mynd av eini ungari gentu í turriklæði við eini koran í hondini, sum prýða síðuna. Og við áskriftum sum »The beginning is Allah, The end is Allah and with the best words... Bismillah« og »The fucking denmark Quran still break the head of« verður staðfest, at tað helst er ein óbóðin gestur, sum hevur spælt sær eitt lítið sindur við útsjóndina á heimasíðuni.

 

Ábyrgdarhavarin av heimasíðuni hjá Argja Bóltfelag sigur, at tað ikki er eitt álop á sjálva síðuna hjá AB, men á tænastuveitara teirra, sum teir leiga eitt webhotel frá. Tað merkir, at allar síðurnar hjá hesum veitara eru óvirknar í løtuni. Tískil fáa teir í AB ikki gjørt nakað við støðuna, men mugu bara bíða til veitarin í Danmark hevur loyst trupulleikan.

Leggjast kann aftrat, at tað ikki er fyrsta ferðin, at heimasíðan hjá Argja Bóltfelag hevur slíkar trupulleikar.