Hetta er fyrsta ferðin, at AB fer at selja árskort, og fyri at gera hetta enn meira serstakt, verður fyrsta kortið selt á uppboðið. Uppboðssølan stendur við til fríggjadagin 16. februar, og so er spurningurin, hvussu prísurin á hesum verður. Vanligur prísur fyri árskortini er annars 700 kr., sum er ein avsláttur upp á 300 kr. í mun til vanligan atgongumerkjaprís fyri heimadystirnar.