FÓTBÓLTUR
Heldur tað, sum AB er í gongd við í løtuni, fram við at rigga, kunnu argjamenn helst gleða seg stórliga til næsta ár, tí teir eru nevniliga í ferð við at gera »ein B68«. Í fjør hevði B68 eina laka byrjan, men var eitt tað formsterkasta liðið eftir summarsteðgin, og soleiðis hevur árið hjá AB eisini sæð út. Fylgja teir B68 til fulnar, fáa teir eitt gott kappingarár næsta ár…
Um toftamenn so megna at reisast aftur eftir tvey tap á rað, fæst at síggja í kvøld, men liðið er so verri enn so fullmannað. Øssur Hansen er framvegis ivasamur og Niclas Joensen er uttanfyri við skaða. Jóhan Dávur Højgaard, sum hevði karantenu sunnudagin, er við aftur, men afturfyri situr nú hin miðverjin, Pól Jóhannus Justinussen, uttanfyri við karantenu.
Hjá AB hevur Janus M. Joensen eisini karantenu, og somuleiðis mugu argjamenn vera Nikolaj Eriksen fyriuttan. Hann var júst komin fyri seg eftir skaða, men er longu skaddur aftur. John Hansen er framvegis niðri og Høgni M. Joensen er enn knæskaddur.