Sum skilst, so verður Andri Freyr Björnsson nýggjur í hópinum hjá AB til komandi kappingarár. Hann spældi í fjør við TB.
Argjamenn hava í eina tíð leitað eftir einum spælara, sum kann spæla á vinstra bakki, eftir at Beinir Ellefsen er farin av landinum í lestrarørindum.
In.fo skilir, at tað verður íslendski Andri Freyr Björnsson, sum verður maðurin, ið skal røkja plássið komandi kappingarár. Væntandi verður avtalan upp á pláss innan stutta tíð.