Tað er neyvan nakað annað felag í Føroyum, ið missir líka nógvar spælarar til lestur uttanlands sum AB. Undan hesum kappingarárinum var stórt mannfall í hópinum hjá besta liðnum, har fleiri leikarar góvust at spæla í felagnum - nakrir av hesum fóru uttanlands at lesa.
Seinasti leikarin, ið valdi AB og føroyskan fótbólt frá, var Árni Guldborg Nielsen, sum í dag, júst sum nógvir aðrir føroyingar, tekur útbúgving í Keypmannahavn.
Les eisini: AB missir enn ein leikara til lesnað
Nú er aftur ein spælari hjá AB, ið er fluttur av landinum. Talan er um 27 ára gamla liðskiparan hjá AB, Rói Danielsen, ið er fluttur til Aarhus í lestrarørindum. Hann spælir kortini væntandi við AB restina av kappingarárinum, sigur venjarin hjá AB, Trygvi Mortensen.
- Rói kemur at spæla dyst við okkum um vikuskiftini, og hann er framvegis ein partur av hópinum hjá okkum á sama hátt sum áður, sigur Trygvi Mortensen.
Seks umfør eru eftir av Effodeildini 2016, og AB er fimm stig undir niðurflytingarstrikuni. Næsta stigið í bjargingarroyndini í ár verður tikið sunnudagin, tá ið AB skal til Fuglafjarðar at spæla ímóti ÍF.