AB fingið nýggjan formann

Á aðalfundi í Argja Bóltfelag í fyrrakvøldið varð nýggj starvsnevnd vald, og AB hevur nú fingið nýggjan formann fyri Tórálv Stenberg, sum andaðist í heyst
Nýggjur formaður í AB er Eyðun Dalsgarð. Hann fer at leiða starvsnevndina í AB, har hinir limirnir eru: Sigmar Jacobsen, kassameistari, Johild Dulavík, skrivari, Jóhan M. Stenberg, nevndarlimur, og Andras Drangastein, nevndarlimur.
- Nevndin hevur nokk at taka til, tí tað nærkast móti næsta kappingarárinum, og um ikki so leinga tíð byrja venjingarnar aftur, verður sagt á heimasíðuni hjá AB.