Fleiri óvæntað úrslit vóru í Betri-deildini hjá monnum seinnapartin, og úrslitini hava við sær, at KÍ er ynskistøðu, nú teir spæla dagsins seinasta á Skála.
Størsta úrslitið fekk botnliðið AB, sum feldi grannarnar HB á Argjum. Úrslitið var 2-1, eftir at AB tvær ferðir hevði lagt seg á odda. Fyrst skoraði Ramzi Idrissou, tá ið hálvur tími var farin, men Stefan Radosavljevic javnaði fimm minuttir fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki skoraði AB sigursmál eftir kontraálop; HB spælari hevði seinasta fótin á bóltinum, áðrenn hann fór um málstrikuna. Úrslitið hevur við sær, at AB fór fram um bæði B68 og NSÍ á stigatalvuni og er nú nummar 7.
Víkingur, sum hevur verið einasti líkinda avbjóðarin hjá KÍ í toppinum í ár, fekk bert javnleik í dystinum í Sørvági. Úrslitið var 1-1. 07 Vestur skoraði stutt fyri hálvleiki við brotssparki, sum álopsspælarin Mads Borchers setti í málið. Í seinna hálvleiki legði Víkingur trýst á 07 Vestur, og Finnur Justinussen javnaði korter fyri leiklok. Víkingur hevði onkrar kjansir eftir tað, men dysturin endaði við javnleiki.
NSÍ tapti aftur í dag. Hesa ferð vóru teir í Steymnesi og spældu, og gott kontraálop avgjørdi dystin í seinna hálvleiki. Málskjútti var danski vongspælarin Jacob Andersen, sum snildisliga sendi bóltin í NSÍ-málið. NSÍ megnaði ikki at svara aftur og má tí viðurkenna, at aktuella stigatalvan sigur, at teir stríðast við grannarnar í B68 um at sleppa undan niðurflyting.
##med2##
B36 avgjørdi dystin ímóti B68 í fyrra hálvleiki, tá ið teir skoraðu trý mál. Michal Przybylski legði B36 fram um eftir lítið korter, og síðan skoraði danski álopsspælarin Rasmus Nissen tvær ferðir. Í seinna hálvleiki minkaði Áki Johannesen um munin til 3-1, sum eisini var úrslitið.
KÍ spælir nú ímóti Skála, og við sigri kunnu teir leggja seg 9 stig fram um Víking, sum er 7 stig framman fyri HB.
Stigatalvan eftir 21 umfør:
1. KÍ 56 stig
2. Víkingur 50 stig
3. HB 43 stig
4. B36 33 stig
5. EB/Streymur 30 stig
6. 07 Vestur 22 stig
7. AB 20 stig
8. NSÍ 19 stig
9. B68 17 stig
10. Skála 8 stig
(KÍ og Skála hava spælt ein dyst minni enn hini liðini)
Næsta umfar:
B68-EB/Streymur
Skála-NSÍ
AB-B36
Víkingur-KÍ
07 Vestur-HB