AB fekk fyrsta sigurin í ár

Eftir tveir javnleikir og níggju tap eydnaðist tað loksins AB at fáa sín fyrsta sigur í landskappingini í ár, tá ið Víkingur vitjaði á Argjum sunnudagin. AB vann dystin 3-1.

Tað hevur sæð ómetaliga trupult út hjá AB fyrstu 11 umførini í Effodeildini, har tað ikki eydnaðist teimum at vinna ein einasta dyst. Men nú kann vend vera komin í, tí í 12. umfari bragdaði. Við 3-1-sigri á Víkingi heima á Argjum leygardagin kann byrjan verða sett á eina vend, nú skaðarnir eisini eru við at fjarða burtur hjá illa sperdu argjamonnunum. Stuðulsleikarar sum Rógvi Poulsen, Rói Danielsen, Leivur Holm Joensen og Dion B. Splidt, ið hava drigist við skaðar, vóru hesaferð allir við frá byrjan.
Tað var serliga ein teirra, nevniliga Rógvi Poulsen, sum beit frá sær í fyrra hálvleiki. Hann gjørdi tað nevniliga til bæði 1-0 og 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan. Knappar 20 minuttir fyri leiklok eydnaðist tað Kaj Leo í Bartalsstovu at minka um munin, men fimm minuttir fyri leiklok avgjørdi innskifti Bjartur Kjærbo dystin og skoraði til endaliga úrslitið, sum harvið gjørdist 3-1 til AB.

Fegin AB-venjari
Tað var sjálvsagt ein ovurfegin AB-venjari, Sámal Erik Hentze, sum eftir dystin varð spurdur um hvussu kenslan var at vinna.
- Tað er fantastiskt. Ein veit, hvussu kenslan er, ein skal bara leita eftir henni. Tað, at vinna, er fantastiskt. Ein skal bara hava smakkin, segði ein fegin Sámal Erik Hentze.
- Vónandi gevur hetta okkum 10% eyka í avrikunum fyri at fáa hesa kensluna aftur, tí nú er hon har, segði Sámal Erik Hentze við Rás 2 eftir dystin.
Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, var sum vera man ikki eins væl nøgdur.
- Hetta var ikki eitt gott avrik hjá okkum í dag, tá ið vit tapa dystin 3-1. Vit dugdu ikki at gera brúk av tí, at vit høvdu vindin við. Vit spældu alt ov nógvar langar bóltar, segði Jógvan Martin Olsen og eftirlýsti eisini meir kvalitet í avleveringunum.