Fótbóltur
- Tað er einki dulsmál, at fyri meg er sáttmálin við AB ein lopfjøl til evropeiska meginlandið, men eg gleði meg ómetaliga nógv til at koma til Føroya, sum eg bara havi hoyrt gott um.
Orðini eigur Leonel Peña, sum í komandi kappingarári skal royna seg á Argjum. Heimasíðan hjá AB skrivar nevnliga, at argentiski verjuleikarin hevur gjørt avtalu við felagið.
Peña er 22 ára gamal, og hevur seinast leikt við argentinska felagnum Arsenal de Sarandi, sum spælur í bestu deildini. Hann hevur eisini roynt seg sum vongverja og verjukendur miðvallari.
- Vit hava gjørt sáttmála við Leonel Peña, tí eftir tí vit hava hoyrt og tí vit hava sæð, so ivast vit ikki í, at hann kann styrkja munandi um verjupartin hjá okkum, sigur Sjúrður Olsen, umboð úr AB, við heimasíðu felagsins.
Sáttmálin er komin í lag umvegis Trans Atlantic Talent Agancy, sum áður millum annað hevur fingið Rodrigo til KÍ.