ÍF hevur í dag vunnið 1-0 á heimavøllinum í Fløtugerði ímóti AB. Einasta málið skoraði Uros Stojanov. Hetta var seytjanda málið hjá honum. Uros hevur skorað 17 av 33 málum ella meiri enn helmingin av málunum, sum ÍF hevur skorað í ár. Tað er framúr avrik.
Málið skoraði Uros Stojanov miðskeiðis í seinna hálvleiki.
At tað ikki eydnaðist AB at vinna úrtøku í Fuglfirði ber við sær, at argjamenn hava knívin á barkanum. Um tað eydnast Skála at vinna við Margáir, har fyrsta bríksl verður klokkan 17, verður AB aftast, og so verður møguleikin størri fyri, at AB verður beinleiðis niðurflytari.
Tølini siga, at talan var um rættiliga javna uppgerð. AB hevði níggju hornaspørk, og ÍF hevði seks hornaspørk, og í royndum ímóti málinum var eisini rættiliga javnt.











