Tað restar bara ein dystur í ellivta umfari í næstbestu deildini. Tað er tann í Trongisvági, har NSÍ verður gestur seinnapartin leygardagin. Um tað eydnast NSÍ at vinna fulla úrtøku, so endurvinnur NSÍ oddasessin. Um Suðringar onga úrtøku vinna, so vera teir undir niðurflytingarstrikuni.
Fríggjakvøldið tók AB enn eitt fet ímóti málinum, sum er at flyta uppaftur eftir eitt ár í næstbestu deildini. AB hevði vitjan av teimum næstbestu hjá HB, sum vórðu sendir um ánna aftur við 4-0 tapi. Harvið er AB topplið eitt stig frammanfyri KÍ og tvey stig frammanfyri NSÍ.
HB málverjin varð rikin av vølli, tá ið støðan var 3-0.
Hetta var sætti AB sigurin á rað. Fimm tær síðstu ferðirnar er einki mál farið ígjøgnum hjá Heðini Stenberg. Málmunurin hesar fimm ferðirnar er 13-0.
B68 kiksaði í síni roynd at styrkja um støðuna í kappingini fyri at flyta uppaftur. Fyrr í ár tapti B68 2-0 í Leirvík. Á Svangaskarði fríggjakvøldið legði Óli Højgaard Olsen B68 framum 2-1, tá ið tað restaðu tveir minuttir. Hetta vísti seg kortini ikki at verða sigursmálið, tí liðformaðurin hjá Víkingi, Hans Jákup Lervig, javnaði til 2-2 í síðsta minutti.
Teinurin til toppin sær langur út hjá toftamonnum. Tað er tó møguleiki fyri, at hann verður styttri undan næsta umfari, tí útsetti dysturin ímóti Giza Hoyvík er ásettur at vera mikukvøldið í næstu viku.
Grannauppgerð var í Gundadali, har Giza Hoyvík hevði vitjan av B36. Felags fyri bæði liðini er, at tey eru tætt at niðurflytingarstrikuni. Úrslitið var 1-1. Tróndur Arge setti hol á, tá ið hann hegnisliga tamdi bóltin og so fluktaði í málið.
Tá var eitt korter farið, og støðan helt sær, til tað restaði eitt korter. Tá var tað veteranurin Símun Joensen, sum javnaði fyri B36.
B68-Víkingur 2-2 (1-0)
1-0: Albert Róin Johannesen 31.
1-1: Pól Enok Hansen 75.
2-1: Óli H. Olsen 88.
2-2: Hans Jákup Lervig 90.
Giza Hoyvík-B36 1-1 (1-0)
1-0: Tróndur Arge 14.
1-1: Símun Joensen 75.
AB-HB 4-0 (3-0)
1-0: Bjarki Nielsen
2-0: Rasmus Dan Sørensen
3-0: Karstin Højgaard
4-0: Jobin Drangastein
Reytt kort: Mathias Lamhauge, HB, (beinleiðis reytt)
Leygardagin
TB/FCS/Royn-NSÍ: Johan Petur Michelsen kl. 15.00
Mikudagin 7. juni
B68-Giza Hoyvík (útsettur frá 7. umfari)
Støðan
AB 24 stig
KÍ 23 stig
NSÍ 22 stig
B68 18 stig
HB 17 stig
Víkingur 17 stig
B36 12 stig
Giza Hoyvík 11 stig
Suðringar 10 stig
ÍF 0 stig
NSÍ, Suðringar, B68 og Giza Hoyvík hava spælt 10 dystir, og hini liðini hava spælt 11 dystir.
12. umfar
Týsdagin 13. juni
ÍF-Suðringar
Víkingur-KÍ
NSÍ-Giza Hoyvík
HB-B68
B36-AB