AB er nú leyst av botninum

1. DEILD: FC Suðuroy legði á Argjum rygg til sætta tapið í ár

Argjamenn hava í dag vunnið 3-2 á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Sigurin ber við sær, at AB hevur 11 stig, og at AB av álvara hevur lagt sjógv niður til botnin.

Hjá FC Suðuroy sær tað ikki so hugaligt út. Liðið hevur vunnið fýra stig higartil – 2-0 sigur í Klaksvík og 1-1 á heimavølli ímóti B36.

Í dag legði FC Suðuroy seg á odda longu í fjórða minutti. Salmundur Bech skoraði eftir sending frá Inga Poulsen.

AB var fleiri ferðir framvið og í góðum støðum, áðrenn tað í 22. minutti eydnaðist at javna til 1-1. Málskjútti var Eli S. Christiansson, sum var við fyri aðru ferð í ár. Í 2-0 tapinum á Sandi fyri einari viku síðani varð hann skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, og í dag var hann á vøllinum frá fyrsta bríksli.

Ragnar Skála átti uppleggið til útjavnandi málið, og tríggjar minuttir undan steðginum var tað hann, sum legði AB á odda. Símin Hansen, sum  undanfarnu árini hevur umboðað B71, er nú á Argjum, og tað var hann, sum legði upp til 2-1 leiðslumálið.

Fyrstu løtuna eftir steðgin var FC Suðuroy onkra ferðina framvið, men AB var fyri tað mesta leikliga omaná og vann væl fleiri hornaspørk enn gestirnir. Ein lítil tími var farin, tá ið Bartal S. Petersen økti um munin til 3-1. Miðverjin Sørin N. Samuelsen átti uppleggið. Hetta var fimta málið hjá Bartali í ár.

20 minuttir undan leikloki kveiktist spenningurin aftur. Tá minkaði Fríði Holm um munin til 3-2. Hann var skiftur inn tríggjar minuttur frammanundan, at hann skoraði. Hetta var triðja málið hjá Fríða Holm í ár.

Um eina viku eigur FC Suðuroy heimavøll ímóti EB/Streymi, og tá skal AB til Klaksvíkar.

https://www.in.fo/myndasavn/