AB er á aldukambinum

Stórur áhugi er á Argjum, nú nýggjar fótbóltstíðir eru í felagnum, sum sunnudagin við fylgi fer til Vágs, har hondbóltsspenningurin fyllir rættuliga nógv í hesum døgum

Verður VB meistari í kvinnuhondbólti. Tað er spurningurin, sum hevur fylt og fyllir nógv í Vági og Suðuroy í hesum døgum. Orsøkin er eyðsýnd, tí VB vann fyrsta finaludystin á heimavølli ímóti Stjørnuni, og í morgin skulu tær spæla í Klaksvík.
Samstundis verður síðsta hond løgd á fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið í fótbólti. VB/Sumba tapti tepurt á Skála í steypakappingini. Tað er sera týdningarmikið hjá VB/Sumba at standa seg væl á heimavølli. Ikki minst tá ið tað eru uppflytararnir, sum vitja.
VB/Sumba hevur nógvu tey seinastu árini ikki staðið seg nakað serligt fyrsta partin av kappinini. Tað ætla teir at broyta í ár, og fyritreytirnar eru so mikið góðar, sum tær kunnu verða. Allir spælararnir eru tøkir undan AB vitjanini.
Á Argjum er spenningurin øgiliga stórur. Hetta er fyrsta ferðin, at AB skal royna seg í fremstu røð, og óvæntaði steypasigurin í Gundadali ímóti B36 hevur borið eyka spenning við sær.
Sammett við liðið, sum í fjør flutti upp, er nógv nýtt á Argjum. Ímóti B36 vóru millum teir fyrstu ellivu fýra, sum eisini vóru við í fjør. Nú eru Rani D. Christiansen og Hanus Jacobsen, sum er komin úr Gøtu, komnir fyri seg eftir skaða. Harvið eru allir AB spælararnir tøkir uttan Jón Nielsen, sum hevur ryggtrupulleikar at dragast við.
AB er á aldukambinum, og so er spurningurin, hvussu tað verður, tá ið teir sunnukvøldið fara at koma norður aftur úr Suðuroy í góðveðrinum, sum tað verður sagt frá fer at verða í vikuskiftinum.