Tað eru trý feløg í Betri-deildini, sum nokta Kringvarpi Føroya at stroyma dystir beinleiðis. Tey eru KÍ, EB/Streymur og AB. Nú hevur eitt av feløgunum tikið eina avgerð, sum er eitt mótsvar til stroymingina hjá Kringvarp Føroya.
Tað er AB, sum nú sjálvt fer undir at stroyma dystir. Talan er um eina sokallaða pay-per-view-tænastu, har áhugaðir hyggjarar rinda eitt ávíst gjald fyri hvønn dyst, ið hann ynskir at síggja beinleiðis á netinum.
- Endamálið við at stroyma dystir er at veita viðhaldsfólki og øðrum áhugaðum møguleika at síggja allar dystir hjá besta liðnum á netinum, sigur nevndin hjá AB.
Kostnaðurin fyri hvønn dyst er 39 krónur, men tilber eisini at fáa aðrar tænastur og keypa eitt dagshald fyri 49 krónur. Stroymt verður á fsf-livestrem.com og á FSF Football-appini, ið fæst bæði til Apple og Android.
AB fer longu í holt við at stroyma í morgin, tá ið AB spælir heimadyst ímóti KÍ í Betri-deildini. Hesin dysturin byrjar kl.17.15.
Sum in.fo skilir, so fer AB at stroyma næstu fýra heimadystirnar. Teir eru, umframt KÍ-dystin í morgin, tvær ferðir ímóti HB og einaferð ímóti B36.