– Teir høvdu vindin við sær í fyrra hálvleiki, og gjørdu tað heldur trupult hjá okkum. Kortini meti eg vit høvdu fleiri kjansir áðrenn steðgin. Ætlan okkara var alla tíðina, at halda málið reint, tá vit høvdu vindin ímóti okkum. Tað eydnaðist og so lá tað líkasum í luftini, at eitt mál ella tvey fóru at koma, greiðir Egil á Bø.
– Tað var ein nokkso strævin dystur, serliga soleiðis sum veðrið var. AB dugdi eisini væl at pressa okkum, tá vit spældu móti vindinum, og teir arbeiddu væl, heldur Egil á Bø.
Hann sigur somuleiðis, at hóast teir ikki rættiliga fingu glið á flótandi álopsspælið, so er hann nøgdur við trýstið, sum hansara menn leggja á AB í seinna hálvleiki og tryggjar teimum sigurin.
– Hetta er ein dreyma byrjan hjá okkum, men NSÍ er vinnur eisini sínar dystir, so vit mugu bara halda tørn nú, sigur Egil á Bø, liðformaður hjá EB/Streymi.










