AB vann greiðan sigur í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum. AB var á vitjan í Vágum, har felagsliðið 07V/MB tók ímóti. Úrslitið av dystinum gjørdi 6-1 sigur til oddaliðið av Argjum. Hóast avgerðin mann vera fallin í hesari hálvfinaluni, so skulu liðini spæla ein dyst afturat. Hann verður spældur á Argjum.










