Í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 varð tosað við Boga Reinert Petersen hjá ÍF, sum staðfesti 3-0 sigurin hjá ÌF ímóti AB í dag.
Umframt at greiða frá málinum hjá sær, so staðfesti Bogi eins og Bárður Olsen hjá AB, at gylta byrjanin hjá ÍF við tveimum skjótum málum hjá Clayton Soares var ógvuliga avgerandi fyri dystin.
Bárður Olsen ásannar, at teir í AB hava nú bara seks stig niður til B68, áðrenn liðini møtast komandi sunnudag. Teir í AB hava tó enn avgerðini í egnum hondum, tá tilveran í effodeildini 2015 skal tryggjast.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Bogi Reinert Petersen og Bárður Olsen søgdu á Rás2 fyrr í dag.
(Mynd: ab.fo)










