Fótbóltur
Oddastríðið í næst bestu mansdeildini hevur alt kappingarárið staðið millum VB/Sumba, AB og 07 Vestur, og enn er munurin teirra millum sera lítil.
Hesa ferð er oddadystur í Vági, har AB kemur á vitjan. Fyrr í ár vann VB/Sumba uppgerðina við einum máli móti ongum, og yvir høvur hava mótstøðuliðini havt tað sera trupult vesturi á Eiðinum, har bert HB við einum málleysum javnleiki hevur fingið nakað burturúr.
Tí skal VB/Sumba kanska roknast sum lítil favorittur undan dystinum, sum væl kann gera av, hvat av liðunum skal spæla Formula-bólt komandi kappingarár. Og ikki minst kann dysturin skapa eitt gott útgangsstøði fyri VB/Sumba, sum eisini eigur enn eina vitjan frá 07 Vestri til góðar.
07 Vestur er stórfavorittur, tá teir á heimavølli taka ímóti EB/Streymi, og tí verður vágaliðið eftir øllum at døma aftur á uppflytaraplássi, tá vikuskiftið er av.
Í botninum kunnu NSÍ ella B68 veruliga skræða seg frá niðurflytingarvanda, tá tey hittast í Runavík.










