Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs
----
So endaði fótbóltsárið 2013, og sigast má, at liðini í Tórshavnar Kommunu stóðu seg avbera væl í EFFO-kappingini. HB vann føroyameistaraheitið og B36 vann bronsuna. Hesi bæði liðini hava sostatt vunnið sær hvør sín týðandi sess í evropeiskari fótbóltskapping. Tillukku við tí!. Og triðja høvuðstaðarliðið AB gjørdi stórsta come-back í føroyskari fótbóltssøgu nakrantíð, og tryggjaði sær sess í fremstu deildini eisini næsta ár.
Á veitslu í AB-húsinum á Argjum leygarkvøldið hátíðarhelt AB sín 40 ára stovningardag, og undirritaða var boðin við sum forkvinna í Mentanarnevndini í Tórshavnar Kommunu. Á veitsluni helt eg hesa røðu fyri Argja Bóltfelag:
Fari vegna Tórshavnar býráð og mentamálanevndina at takka fyri hetta høvi at vera við til at hátíðarhalda 40 ára stovningardagin hjá Argja Bóltfelag.
Mangt er broytt hesi fjøruti árini, síðani Johnny Nyby og onnur góð fólk á Argjum tóku stig til at stovna Argja Bóltfelag. Bygdin er nú meira at kalla ein býur og er vaksin langt út um gomlu bygdamørkini, langt inn í Havnardal og væl niðan á Kirkjubøreyn.
Eisini ítróttaliga er nógv hent á Argjum. Nú eru tvey onnur ítróttafeløg á Argjum – tað so sigursvanda Argja Róðrafelag og nýggja hondbóltfelagið ÍA. Jú, Argir er sanniliga við til at mynda føroyskan ítrótt.
2013 eitt hæddarpunkt í søgu felagsins
Eg haldi at vit kunnu siga, at 2013 er eitt av mongum hæddarpunktum í søgu felagsins. Eitt hæddarpunkt var, tá fótbóltsvøllurin her Inni í Vika varð tikin í nýtslu í 1983. Eitt annað, tá ið AB fyrstu ferð í 2007 spældi í bestu deildini, sum tá æt Formuladeildin.
At árið í ár er eitt hæddarpunkt, eru tað fleiri orsøkir til. Fyri tað fyrsta: At tað stóra ungdómsarbeiði, sum felagið altíð hevur lagt dent á, hevur givið so góð úrslit, við fleiri landsliðsleikarum bæði í ungdómsliðunum, hjá kvinnulandsliðnum og nú eisini – fyri fyrstu ferð – hjá manslandsliðnum. Til lukku við tí.
Fyri tað næsta: at AB gentur U10 eru føroyameistarar! Fyri tað triðja: AB vann gull í 2. deild og flytur upp í 1. deild!
Og fyri tað fjórða: At Effoliðið hjá AB gjørdi størsta come-back’ið, ið føroyski fótbóltsheimurin nakrantíð hevur sæð!
Eg minnist fyrru hálvu av kappingini, tá ið Andras Drangastein, fyrrverandi AB-formaður, eftir hvønn dyst varð spurdur um útlitini, nú liðið tapti dyst eftir dyst. Og hann stóð sum “drangur í brimi”. Altíð við tí góða orðinum og við vissuni um, at tað fór at venda. “Okkara dreingir eru alt ov góðir til at flyta niður, so tað man fara at ganga”, tað var niðurlagið. Og tað gekk – so væl og virðiliga. Tað er slíkur mentalititur og stríðsvilji, sum flytur mørk.
Øll fótbótsáhugað eru samd um, at úti á Argjum og í AB hevur tað verið eitt serligt ár. Tit hava víst, at hóast alt sær svart og vónleyst út, so trúðu tit uppá tað. Tit stóðu saman - leikarar og felag, tit stríddust við hjartanum, og tit høvdu ein venjara og eina leiðslu, sum hevði álit á tykkum leikarum. Og í argjafólki hava tit havt fullan stuðul. Hetta er allarbesta fyrimynd fyri ítróttina.
Tey sjálvbodnu eru drívmegin
Fyri Tórshavnar kommunu er at fegnast um, at væl gongst ítróttini í kommununi. Kommunan hevur altíð lagt dent á ítróttin, eisini tí at feløgini og mongu sjálvbodnu kreftirnar lyfta eina ómetaliga stóra uppgávu fyri trivnaðin og menningina hjá okkara børnum og ungu.Øll tey mongu sjálvbodnu eru drívmegin og sálin í Argja bóltfelag – eingin ivi um tað. Á henda hátt tryggja tit børnum og ungum tey bestu virðini víðari í lívsleiðini – nevniliga felagsskap, áræði og ábyrgd.
Og her kennist ein ektaður samleiki, knýttur til staðið, Argir.
Umstøður skulu til
Nógv verður tosað um ítróttaranlegg, og tað veit eg, at tað eisini verður her á Argjum. Skýlið við vøllin varð bygt fyri fýra árum síðan, men enn vantar at gera liðugt skiftingarrúm, almenn wc eins og onnur høli, sum krøv verða sett um.
Veit eisini, at nógv verður tosað um ítróttarhøll á Argjum. Tað hevur nýggja býráðið eisini hoyrt, og á fíggjarætlanini fyri 2014 verður nú fyrsta milliónin játtað til ítróttarhøll á Argjum, so at til ber at fáa til vega eitt útgreinað uppskot. Øll eru vit samd um, at ov fáar ítróttarhallir eru í høvuðsstaðarøkinum, og øll síggja vit gagnligu ávirkanina, ið høllin í Hoyvík hevur havt á nærumhvørvið har. Ivist ikki í, at so verður eisini á Argjum.
Tað er so, at tá í felagsskapir hava 40 ára stovningardag, so letur Tórshavnar býráð sjálvandi eina gávu. Og tað er fallið mær í lut at handa hesa gávu her á veitsluni í kvøld.
Enn einaferð hjartaliga tillukku frá Tórshavnar Kommunu og frá mær sjálvari til AB á 40 ára stovningardegin felagsins.