Fríggjanáttina í síðstu viku varð ein 11 ára gomul genta funnin deyð í grønlendska býnum, Aasiaat. Hon var farin heimanífrá til eina vinkonu um 20-tíðina hetta hóskvøld, men kom ikki heimaftur til avtalaða tíð.
Sjálvboðin fóru at leita, og nakað eftir midnátt hetta kvøldið varð gentan funnin deyð - ikki langt burtur frá heimi sínum. Løgreglan hevur síðan heitt á fólk, sum vóru um hesar leiðir, um at lata hoyra frá sær.
Løgreglufólk komu skjótt úr øðrum grønlendskum býum at hjálpa til við uppkláringini, og kriminalløgregla kom eisini úr Danmark nakrar dagar seinni. Haraftrat hevur patalogur framt líkskurð fyri at staðfesta deyðsorsøk.
Grønlands Politi upplýsir í tíðindaskrivi, at ein 27 ára gamal maður nú er handtikin og er undir illgruna fyri at hava dripið 11 ára gomlu gentuna.
- Løgreglan kannar máið sum drápsmál. Sambært upplýsingum, sum vit hava fingið og við líkskurði av gentuni sum grundarlagi, hava vit handtikið og skuldsett ein 27 ára gamlan mann í málinum, sigur løgreglan.
Maðurin var í grundlógaravhoyri í Qaasuitsoq Kredsret í gjárkvøldið, og rætturin gjørdi av at varðhaldsfongsla mannin í fyribils 27 dagar, skuldsettur fyri mandráp. Grundlógaravhoyringin var fyri afturlatnum hurðum, og løgreglan hevur ikki fleiri upplýsingar í løtuni.











