Nocko Jokovic, sum í fjør var við til at vinna FM-heitið saman við HB, hevur síðani hetta gingið sáttmálaleysur í Danmark. Vónin hevur alla tíðina verið, at okkurt felag fór at sýna áhuga, tá sonevnda transfer-vindeygað opnaði aftur, og nú røkist kanska fyri, at okkurt fer at spyrjast burturúr.
Í øllum førum skrivar BT nú, at fyrstudeildarfelagið, Aarhus Fremad hevur havt samráðingar við álospleikaran, og at formaðurin í felagnum hevur vónir um, at Nocko Jokovic verður at síggja í hópinum komandi kappingarár.
Sjálvur hevur Nocko tó ikki hug at gera viðmerkingar til hetta, og tí stendur enn óvist, hvar fótbóltsleið hansara skal ganga komandi mánaðirnar.