Fótbóltur
- Ein orsøk er, at eg havi dansku damu, sum fegin vildi aftur til Danmarkar. Ein onnur orsøk er, at eg hevði rokkið øllum í føroysku fótbólti, uttan at verða landsliðsvenjari.
Krzysztof Popczynski, sum seinastu tíggju árini hevur verið millum profilarnar í føroyskum fótbólti – bæði sum leikari og venjari – stríðist í løtuni við at vinna Aarhus Fremad upp í næstbestu donsku deildina. Í viðtalu við Århus Stiftstidende staðfestir Popczynski, at hann ætlar sláa sítt navn fast í donskum fótbólti.
- Samanborið við bestu føroysku feløgini, so er skiftið til Aarhus Fremad kanska eitt lítið afturstig. Í Føroyum var eg eitt stórt navn. Men eg hevði rokkið øllum mínum málum. Í Danmark eru fleiri møguleikar, og eg vóni, at eg somuleiðis verði eitt stórt navn her einaferð, sigur hann.
Aarhus Fremad er, eftir trivaliga 3-0 sigurin á heimavølli móti Hjørring leygardagin, á fjórða plássinum eftir fimm leikumfør.