Fótbóltur
Norska kappingarárið endaði við einari dramatiskari steypafinalu á Ullevaal Leikvøllinum í Oslo, sum var millum grannafeløgini úr Møre og Romsdals Fylki, Aalesund og Molde. Aftaná bæði longda leiktíð og brotssparkskapping gjørdist endin, at Aalesund vann 7-6.
Danski málverjin, Anders Lindegaard gjørdist tann stóra hetjan hjá Aalesund, tí hann bjargaði tí avgerandi brotssparkinum, tá støðan var 7-6 til Aalesund.
Støðan eftir vanliga leiktíð var 1-1. Í longdu leiktíðini fingu liðini hvør sítt mál, og tí gjørdist tað neyðugt at avgera steypafinaluna við brotssparkskapping.
Hetta er fyrstu ferð, at Aalesund vinnur norsku steypakappingina, og er talan um størsta dagin í søguni hjá AaFK, sum liðið verður nevnt millum sunnmøringar. Talan var um eitt megnaravrik hjá Aalesund, tí stóran part av dystinum spældu teir við 10 monnum.
Í Noregi er steypafinalan altíð ársins dystur. Fult er á Ullevaal Leikvøllinum til hvørja steypafinalu, og túsindtals fólk standa á bíðilista fyri at ogna sær eitt atgongumerkið til steypafinaluna. Heima í Aalesund hevði AaFK skipað fyri, at fólk kundu koma til leikvøllin hjá AaFK og síggja steypafinaluna á risastórum sjónvarpsskíggjum.