Sermitsiaq í Grønlandi hevur roynt at fingið viðmerkingar úr grønlendska landsstýrinum um nýggjastu útsøgnina hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Men, hesar eru ikki komnar enn.
Donald Trump skrivar á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, at eitt hospitalskip er á veg til Grønlands, og at skipið fer at taka sær av nógvum fólkum, sum eru sjúk.
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, skrivar soleiðis á Facebook:
"... Eri glað fyri at búgva í einum landi, har tað er ókeypis og eins atgongd hjá øllum til heilsu - har, tað ikki eru tryggingar ella pengar, sum gera av, um tú fært eina góða viðgerð. Sama atgongd er í Grønlandi. Góðan sunnudag til tykkum øll".
Sermitsiaq endurgevur eisini tað, sum danski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz, skrivar á Facebook og sum er meira beinleiðis um tað, sum amerikanski forsetin skrivar.
"... Ein annar dagar. Enn eini svøk tíðindi..." skrivar hon við einum smílitekni í endanum.
Og fólkatingslimurin leggur aftrat:
"... Hetta tykist rættiliga desperat og stuðlar ikki undir tað varandi lyft, sum okkara heilsuverk tørvar..."
Um heimasíðuna - www.sermitsiaq.ag - síggjast eisini aðrar viðmerkingar hjá grønlendskum politikarum til nýggjastu útsøgnina hjá amerikanska forsetanum um at senda eitt hospitalskip til Grønlands.
##med2##
Lesið eisni -
Trump: Hospitalskip er á veg til Grønlands - https://www.in.fo/news-detail/trump-vit-hava-sent-eitt-hospitalsskip-til-groenlands











