(KEYPMANNAHAVN) Danska Tipsblaðið hevur spurt venjararnar hjá teimum 12 superligaspælarunum um, hvør teir halda hava verið størstu profilarnir í superliguni í heyst.
Venjararnir hava nevnt fimm spælarar í part, og teir hava gjørt ein lista frá eitt til fimm.
Viborg-spælarin Morten Poulsen var suverenur vinnari av atkvøðugreiðsluni. Skjóti miðvallarin hevur spælt fram úr væl í heyst, og hann er ein týðandi orsøk til, at tað hevur gingið so væl hjá Viborg higartil.
Næstur á listanum var liðfelagið hjá Jákup Mikkelsen. Kenneth Jensen tapti kappingina við Toda Jónsson og hinar álopsspælararnar í FCK, og í summar flutti hann til Herfølge. Har hevur hann spælt sum ein brandur, og endaði næstovast á atkvøðulistanum hjá Tipsblaðnum.
Todi Jónsson og Óli Johannesen vórðu ikki nevndir av nøkrum venjara, men tað var hinvegin Jákup Mikkelsen. Bert ein venjari helt hann verða millum størstu profilarnar, og tað var Hans Bache, venjari hjá AaB. Hann heldur, at Jákup hevur spælt so væl í heyst, at hann hevur Jákup sum
nummar 1 á sínum lista.
Men tá Jákup bert hevur fingið atkvøður frá eina venjaranum røkkur tað ikki langt á listanum.
Framvegis
sáttmálaprát
Tá sjónvarpsrásin TV3 rundaði fyrru hálvu av superliguni av sunnukvøldið, høvdu teir upptøkutól í Herfølge, har oddaliðið fór at hava veitslu sunnukvøldið.
Teir tosaðu við Herfølge-venjaran John Faxe Jensen, Henrik Lykke og
Jákup Mikkelsen um fyrru hálvu av kappingini, men teir komu eisini inn á støðuna hjá Jákupi Mikkelsen.
John Faxe Jensen segði avgjørdur, at Jákup Mikkelsen hevði eina framtíð í felagnum, og tí fóru teir at leingja sáttmálan við tveimum árum.
Jákup Mikkelsen segði hinvegin, at eingin endalig avtala varð gjørd enn, men at partnarir nærkaðust hvørjum øðrum.
Bæði Faxe og Jákup Mikkelsen viðgingu tó, at stóra málið hjá føroyska málverjanum er at sleppa til útlandið at royna seg.









