AaB var heppið at vinna

Danska superligaliðið AaB spældi í gjár á útivølli ímóti Esbjerg, og hóast tað var Esbjerg, sum spældi best og vísti meira, so vann AaB dystin. Úrslitið var 2-0. Í fyrra hálvleiki legði Mattias Lindstrøm AaB fram um 1-0, og í seinna hálvleiki økti Jeppe Curth til 2-0. 7.616 áskoðarar vóru á Esbjerg Stadion í gjár, og tey, sum stulaðu heimaliðnum, fóru vónbrotin heim aftur. Føroysku spælararnir í AaB, Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen, eru framvegis skaddir og spæla ikki við.