Í gjár vóru teir so aftur í eldinum, tá teir spældu á útivølli ímóti FC Midtjylland. FC Midtjylland legði seg á odda 2-0 við tveimum skjótum málum miðskeiðis í fyrra hálvleik, og tí var málið hjá Nomvethe móti dystarenda ikki nokk fyri AaB at tryggja sær stig. Dysturin endaði nevniliga 2-1. Jón Rói Jacobsen byrjaði í miðverjuni hjá AaB, meðan Súni Olsen byrjaði á beinkinum.