Eisini superligafelagið AaB skal spæla steypadyst í kvøld, og tað verður ímóti FC Fredericia, sum spælir í 1. deild. Og júst tað, at AaB skal spæla ímóti einum liði í lægri deild, fær venjaran at ávara spælararnar. Hann heldur, at teir mugu taka allar uppgávur í størsta álvara, tí ráð er ikki at tapa nakran dyst.- Vit stíla høgt í steypakappingini í ár, men vit vita, at tað er ikki lætt at gerast steypavinnari, tí tú kanst ongan dyst tapa. Hinvegin er teinurin til gullið í steypakappingini tann stytsti, sigur Erik Hamrén.










