AaB reyk úr steypakappingini

Tað kom rættiliga óvart á, tá ið toppliðið í superliguni AaB í gjárkvøldið tapti í steypakappingini. AaB, har bæði Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen eru í hópinum, spældi ímóti Fredericia úr næstbestu deildini, og tað lægra liðið vann 4-2.Eftir vanliga leiktíð var støðan 1-1, men í um dystinum var tað heimaliðið, ið hevði meira orku og skoraði heili trý mál. Bert einaferð kláraði AaB at svara aftur, og so noyddist liðið úr Aalborg at lúta í fyrsta dystinum í steypakappingini.