AaB rættði kósina

Við einum 1-0 sigri á heimavølli móti Silkeborg fekk felagið hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen rættað kósina í donsku SAS-liguni. Málið í dystinum skeyt Jeppe Curth eftir 59 minuttum, og heldur hetta AaB á heiðursmerkjaplássum. Felagið er nú á triða plássinum í donsku SAS-liguni við 29 stigum fyri 15 dystir. FCK er framvegis á odda. Teir hava 33 stig fyri 14 dystir.