AaB í pengalandið

Fyrrverandi felagið hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen, AaB spældi seg sum væntað víðari til bólkaspælið í Champions League. AaB vann heimadystin móti kenningunum hjá HB, Kaunas, 2-0, og tí vóru fortreytirnar góðar undan seinna dystinum. Verri gjørdist tað ikki, tá mótstøðuliðið fekk tveir mans riknar av vøllinum, og við tveimum málum frá Kasper Risgaard kundu donsku meistararnir staðfesta, at teir eru til reiðar at taka lut í spælinum um Champions League milliónirnar.