AaB-liðformaður á veg til Noregs

Málmaðurin hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen í AaB, Jimmy Nielsen, skal møguliga til Noregs at spæla fótbólt. Felagið Viking váttar, at tað er áhuga í at gera ein sáttmála við Jimmy Nielsen, sum eisini er liðformaður hjá AaB. Viking hevur sum er tríggjar málmenn, men allir hava stutta tíð eftir av sáttmálanum, og felagið er farið at leita eftir einum nýggjum manni at vera málið. Sambært Aftenbladet stendur Jimmy Nielsen ovast á ynskilistanum.